Oct 17 2008

Trupulleikin við óndskapi

Aftaná ein tíma á bíbliuskúlanum um óndskapsins trupulleika varð eg inspireraður at gera eitt lítið filmklipp um tað. Eg havi hugskotið úr bókini God, Freedom and Evil skrivað av Alvin Plantinga. Tað stendur skarpari í bókini enn tað ger í filmklippinum, men um eg ikki hevði stytt tað hevði tað verið ov langt.

Tað er ein av lærarunum hjá mær, David Jakobsen, sum leggur rødd til. Tíverri er tað bert á enskum enn.

Ongin viðmerking enn

Aug 23 2008

Gudloysi

Skrivað av brynleif undir Ymiskt

Um tað fer at vera ein stórvegis broyting ella ikki, vita vit ikki enn, men tað fer uttan iva at seta enn meira ferð á tosi um at vera ateist ella kristin, nú tá felagið Gudloysi er sett á stovn. Kanska fer kavabólturin at vaksa seg enn størri við hesum, nú tá tað er nógv meira vanligt ikki at trúgva á Gud. Um hetta er so, er hetta kanska júst tað kristindómur í Føroyum hevur brúk fyri.

Eg haldi, at tað hevur nógv at siga, at kristin fólk spyrja seg sjálvi, hví tey eru kristin, og um tey veruliga vilja vera tað. Við hesum og nógv øðrum sær tað út sum Føroyar eru við at broyta seg til nakað nýtt, serliga á átrúnarliga og heimspekiliga økinum. Eg vóni, at tað fer at merkja, at fólk fara í størri mun at byrja at hugsa seg enn meira um, tá tað kemur til hesar spurningarnar.

Ongin viðmerking enn

Aug 07 2008

Kunnu kristin kopiera?

Skrivað av brynleif undir Til kristin

Her er ein spurningur, sum eg havi hugsa um í eina tíð: Er tað í lagið, at kristin piratkopiera telduspøl, forrit, filmar, sangir og annað? Sjálvandi stendur onki beinleiðis um hetta í bíbliuni, men tað ber til at gita seg til tað. 6. boði (sambært luteransku kirkjuni), sigur, “Tú mást ikki stjala” (2. Mósubók 20:15). Á ein hátt er tað at piratkopiera eitt slag av stuldri, ella hvat? Paulus skrivar, at vit skulu akta landsins lógir, og er tað ikki ólógligt?

Sjálvur eri eg fyri tíðina rættuliga nógv upptikin av hesum (onkur vildi kanska sagt ov nógv), og eg royni at halda alt fullkomiliga reint, men eg føli meg rættuliga einsamallan í hesum. Eg síggi, at rættuliga nógv kristin fólk, sum eru komin nógv longri enn eg andaligt, og hava verið kristin í nógv longri tíð, ikki hava samvitskubit av tí yvirhøvur. So eg eri eitt sindur í iva so at siga. Er piratkopiering tað sama sum stuldur? Ella burdi eg verið eitt sindur meira avslappaður?

Um tú hevur eina meining, ert tú meira enn vælkomin at skriva hana, eg eri faktiskt forvitin at vita hvat tú heldur.

6 viðmerkingar

Jul 14 2008

Meiningsleyst

Bókin prædikarin er ein bók sum ongin onnur í Bíbliuni. Har stendur ikki nógv um Guds náði og kærleik, kaldir sannleikar verða blakaðir í høvdið hjá lesaranum, og bókin tykist serliga ‘menniskjanslig’. Bókin byrjar við, at alt er meiningsleyst. Teir fyrstu kapitlarnir ramsa ein lista av næstan øllum hugsandi partum av einum menniskjalívið og kallar tað alt fyri meiningsleyst og dapurt, “eftirsøkn eftir vindi”.

Nøkur góð dømir:

2:10-11: “Alt tað, ið eygu míni lysti, læt eg tey fáa, onga gleði noktaði eg hjarta mínum; tí hjarta mítt hevði gleði av øllum strevi mínum, og í hesum lá lønin fyri alt strev mítt. Men táið eg so fór at hyggja at øllum, sum hendir mínar høvdu virkað, og at strevinum, ið tað hevði kostað mær, sá eg, at alt var fáfongd og eftirsøkn eftir vindi; nei, undir sólini er onki nýtt, sum roknast kann fyri vinning!”

4:4: “Og eg sá, at alt strev og allur dugnaskapur í arbeiði er einki annað, enn at ein øvundar annan. - Eisini hetta er fáfongd og eftirsøkn eftir vindi.”

3:22: “Eg dugdi tá at síggja, at einki er menniskjanum betri enn at gleðast í arbeiði sínum; tí tað er luturin, ið hann fær; tí hvør letur hann fáa at síggja tað, ið koma skal eftir hann!”

3:19: “… tí menniskjabørnum gongst, sum dýrunum gongst, ja, teimum gongst líka; sum dýrini doyggja, so doyggja tey, og ein og sama anda hava tey øll; menniskja hevur onki fram um dýrini, tí alt er fáfongd.

Stutt sagt: Liv her og nú, meðan tú kanst, tí restin hevur onki at siga. Á ein ella annan hátt vera vit noydd at geva honum rætt. Hví livið eg eitt lív, sum allígavæl fer at fara burtur til síðst, og sum í framtíðini ongin fer at minnast til?

Tað verður ikki beinleiðis skrivað í bókini, men tað ber til at rokna út, at hetta er tað menniskjansliga lívið uttan Gud við í tí. Tað ber til at finna gleðir og góðar tíðir uttan Gud, sjálvandi, men hetta í síðsta enda eru hetta órelevant smáting, sum ikki hava nakað at týða í tí stóru myndini. Er hetta tað, sum ein vil, so skal man fáa loyvi til at finna tí gleðina og meiningina, sum er í núðinum, tí tað er ikki nógv annað at gera; alt annað hevði verið býtt. Um tað ikki er nakað annað enn ‘nú’, so er tað bara at fara í gongd við tað, sum ein brennir fyri og so verða gloymdur í tíðarinnar havi, líka sum alt annað.

Men um ein vil hava eina meining í lívinum, sum gongur longri enn sjálvt lívið, so er tað eisini ein vegur til tað. Jesus kallar seg fyri vegin, sannleikan og lívið. Tað kristna lívið er ikki ein dansur á rósum, tað er alt annað enn at finna gleðina í núðinum. Tað handlar um at ganga ímóti tí menniskjanum, sum man er; sjálvsavnoktan. Tað er pína í tí kristna lívinum, tað er stríð og eyðmýking, men tað gevur meining, meining, sum røkkur langt út yvir hetta lívið á Jørðini.

Hvat av hesum báðum tú vilt hava er sjálvandi upp til tín.

Ein viðmerking

May 10 2008

Gud ger sum Hann vil

Í sálma 115:3 stendur at “Guð vár tó er á himni og ger alt tað, ið hann lystir!”.

Í okkara oyrum kann hetta skurra eitt sindur. Hvussu kann Gud gera sum Hann vil við okkum? So hugsar man kanska um hví loyvir Gud óndskapi í heiminum, hví skal eg uppliva hetta og hatta? Tí at Gud vil tað? Eigur Hann ikki at gera tað gott fyri okkum menniskju? Sigur Hann ikki sjálvur at Hann elskar okkum?

Vit kunnu ikki sleppa undan tí, líka mikið hvussu nógv vit so royna, at tað er Gud sum eigur okkum og ikki umvent. Gud hevur skapað okkum, og tí hevur Hann rættin til at gera við okkum, sum Hann sjálvur vil. Ikki bara hevur Hann rættin til tað, Hann kann eisini gera tað; Hann hevur styrkina og vitanina til tað. Vit kunnu ikki biðja Gud um at gera hatta og hatta og vænta at Hann yvirhøvur tímir at lurta, tí Hann hevur rættin til tað. Hann hevur eisini rættin til at døma okkum eftir Hansara egna standardi og at straffa okkum fyri at vit ikki klára tað. Hann hevur rættin at geva einum menniskja okkurt sum tað ikki hevur uppiborið. Hann kann ikki vera dømdur av moralskari lóg; Hann er dómarin.

Um vit ikki eru nøgd við mátan Hann dømir uppá, kunnu vit so døma Hann? Nei tað kunnu vit ikki, tí vit eru sek. Og so eitt til síðst. Sjálvt um vit ikki dáma mátan Hann arbeiðir uppá, minkar tað ikki um møguleikan at Hann er til.

Ongin viðmerking enn

Mar 13 2008

Vegurin

Skrivað av brynleif undir Til kristin

Her er ein trupulleiki, sum vit kristnu, serliga í Evropa hava trupulleikar við. Í Jóhannes 14:6 stendur: “Jesus svaraði honum: “Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær”". Tað at tað stendur vegur er ikki beinleiðis bókstaviligt, tí tað hevði verið eitt sindur láturiligt, men tað er ikki tilvildarligt, at Jesus brúkar júst hetta orðið. Fyri meg var Jesus einaferð meira eitt parkeringspláss, har eg hugsaði: “Nú havi eg tikið ímóti Jesusi, nú eri eg frelstur, og so kann eg bara seta meg at bíða, til eg komi til Himmals”. Eg havi funnið útav tí, at um eg ikki síggi vegin og ikki byrji at ganga á honum, so kann eg ikki veruliga kalla meg fyri kristnan yvirhøvur. Ein er kristin, tá ein fylgir Jesusi, ikki tá ein stendur við síðunar av vegnum, meðan onnur ganga framvið. So skal eg fara frá myndamálinum. Tað, sum eg royni at siga er, at vit kristnu skulu gera, sum Jesus sigur vit skulu gera. Vit skulu fortelja fólkum um Jesus, vit skulu hjálpa teimum sum hava brúk fyri hjálp, vit skulu avnokta okkum sjálvi, vit skulu akta samvitskuna, vit skulu gera tað, sum er rætt. Í rómbrævinum 8:5-8 stendur:

“Tí tey, sum eftir holdinum eru, tráa eftir tí, sum av holdinum er; men tey, sum eftir Andanum eru, tráa eftir hinum andaliga. Og tráan holdsins er deyði, men tráan Andans er lív og friður. Tí tráan holdsins er fíggindskapur móti Gudi; tað gevur seg jú ikki undir lóg Guds og kann heldur ikki gera tað; og tey, sum í holdinum eru, kunnu ikki toknast Gudi.”

Um vit ikki gera, sum Gud vil og heldur vilja gera, sum vit sjálvi vilja, eru vit ímóti Gudi. Tíbetur er Jesus tolin við okkum,  so tað bilar ikki so nógv, um tað vit gera mislukkast, men tað hevur týdning, at vit royna

2 viðmerkingar

Feb 03 2008

Blue Like Jazz

Skrivað av brynleif undir Ymiskt

ISBN: 0785263705

Eg eri akkurat liðugur at lesa eina bók við navninum Blue Like Jazz, og hon er skrivað av Donald Miller. Donald skrivar um kristindóm uppá ein máta, sum gevur meining, og hann fær kristna lívið at virka fullkomiliga náttúrligt. Um tú heldur at tað kristna lívið virkar nokkso tollut og órelevant fyri heimin, men hevur áhuga at fáa onkrar fordómar av vegnum, so er hetta ein bók fyri teg. Ikki bara er hon djúp, men er faktiskt eisini rættuliga stuttlig at lesa. Hann tekur dømir úr gerandisdegnum og skrivar uppá ein avslappaðan máta. Sum kristin bleiv eg mintur á, at tað sum vit kristnu skulu gera er at elska øll menniskju treytaleyst líkamikið hvat. Vit eru ikki her fyri at døma onnur og halda okkum vera “yvir” øðrum ikki-kristnum, tey hava akkurat líka nógv virði í Guds eygum.

Um tú heldur at hetta er tiltalandi, burdi tú lisið hesa bókina.

Ein viðmerking

Jan 31 2008

Likam og blóð - vilt tú eta? Vilt tú drekka?

Skrivað av brynleif undir Til kristin

Í Nýggja Testamenti hava vit frásøgnina um, tá Jesus mettaði 5000 menn + kvinnir og børn við fimm breyðum og tveimum fiskum. Í Jóhannes 6 sigur Jesus við fólkið, at hetta breyðið ikki er nóg nógv. Hann sigur nakað, sum sjokkerar tey, sum eru har:

Jóh 6,51: “Eg eri hitt livandi breyð, sum kom niður av Himli; etur nakar av hesum breyði, skal hann liva í allar ævir; og breyðið, ið Eg gevi, er hold Mítt, sum Eg gevi, fyri at heimurin skal liva.”

Hann fer enn og longri í 53: “Jesus segði tí við teir: “Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Eta tit ikki hold Menniskjasonarins, og drekka tit ikki blóð Hansara, hava tit ikki lív í tykkum.”"

Fólki varð sjokkerað tí tey hildu, at Jesus meinti við kannibalismu. Nógv av teimum, sum høvdu fylgt Jesusi fóru nú frá honum, sikkurt við einum ringum smakki í munninum. Jesus var ein øgiliga provokerandi persónur í sínari tíð; antin hataði ein hann, ella elskaði ein hann, og tað er eisini soleiðis, at hann royndi at stilla tað upp. Sjálvandi meinti hann ikki, at fólk bókstaviliga talað skuldu eta hann og drekka hansara blóð, hann peikaði til breyðbrótingina. Men tey sum valdu at fylgja honum aftaná hetta vistu ikki nakað um tað. Tey vóru trúgv og gjørdu tað, sum Jesus segði, at tey skuldu gera og fylgdu honum.  (Vers 66-69)

So vilja vit eta Jesu likam og drekka Jesu blóð? Um vit royna at seta okkum inní, hvussu fólk hava reagerað uppá tað, tá Jesus segði tað, høvdu vit venda honum bakið? Eg verði noyddur at seta meg sjálvan handan spurningin umaftur og umaftur. Vil eg sleppa øllum, sum eg havi í hondunum og fylgja Jesusi líkamiki hvat? Eri eg líka sum teir fáu lærusveinarnir, sum stóðu eftir, aftaná at hinir vóru farnir?

Ongin viðmerking enn

Jan 17 2008

Útvald fólk

Skrivað av brynleif undir Til kristin

Í Matteus 11,27 stendur:

“Alt er litið Mær upp í hendur av Faðir Mínum; eingin kennir Sonin uttan Faðirin, ei heldur kennir nakar Faðirin uttan Sonurin og tann, ið Sonurin vil opinbera Hann.”

Hetta gevur meining fyri mær, tí áðrenn eg varð frelstur, las og hoyrdi eg, hvussu eg skuldi verða frelstur fleiri ferðir, uttan at tað hevði nakra ávirkan á meg. Knappliga ein dagin gav tað bara meining fyri mær, og eg tók ímóti Jesusi. Ein skal vilja verða frelstur fyri at verða frelstur, men eg haldi eisini, at Jesus/Gud/Heilagi Andin hevur ein avgerðandi lut í hesari avgerðini.

Útfrá hesum tankanum kann ein siga, at ein og hvør persónur, sum hevur tikið ímóti Jesusi, er kristin tí Jesus vildi opinbera tað fyri tí persóninum. Tað merkir, at um tú ert ein kristin persónur, ert tú ein hátt útvald/ur til at liva í Kristusi. Tá Gud setur sær fyri at gera okkurt, ger Hann tað, og tá Hann hevur avgjørt at vísa tær frelsuna, merkir tað eisini, at tú fert at vera brúktur av Honum til eitt ella annað. Um tú ikki tímir, er tað sjálvandi títt val at siga nei og bara gevast við at vera kristin, men um tú tímir, so fær Gud sín vilja við tær, og tað er ikki tilvildarligt, at tað var akkurat tú.

Ongin viðmerking enn

Jan 03 2008

Hví akkurat kristindóm?

Skrivað av brynleif undir Til ikki-kristin

Eg fekk hug at skriva, hví eg velji kristindómin framum aðrar religiónir. Hví ikki islam, buddismu, New Age ella okkurt heilt annað? Eg skrivi tvær grundir fyri hví. Hetta eru tó ikki allar grundirnar fyri hví.

Fyri tað fyrsta tí kristindómurin er bæði persónligur og felagsligur. Eg trúgvi at nógv fólk hava eina skeiva mynd av hvat kristindómur veruliga er. Nógv fólk síggja hann sum eitt slag av felagsskapi, sum roynir at fáa so nógvar eftirfylgjarar sum møguligt, men akkurat hví tey skulu gera hetta er eitt sindur óklárt og ótýðiligt. Eg nokti ikki, at tað finnast tílíkir “kristnir” felagsskapir, men tað er ikki hetta eg tosi um. Tann kristindómurin sum Bíblian sigur frá um handlar m.a. um at gera tað sum Jesus gjørdi, tá hann var sum menniskja. Tað er at vera kærleiksfullur, arbeiðsamur, hjálpsamur, tolsamur, góður við tey veiku, upplýsandi um Guds ætlan og so víðari. Jesus kom til verðina at doyggja, tí hann elskaði menniskjuni og ikki nakað annað. Gud sendi Jesus til verðina, tí Hann elskar menniskjuni. Ongin onnur religión hevur ein guddóm, sum vil fara til undirgang fyri menniskjuni fyri at bjarga teimum. Tað eru nógvir guddómar, sum doyggja og koma aftur úr deyðaríkinum, men ongin sum gjørdi tað fyri at bjarga menniskjum, sum ikki hava uppiborið tað. Tað er heldur ongin guddómur, sum er so áhugaður í tí einstaka menniskjanum, sjálvt um tað gongur ímóti tí, sum hann sjálvur vil. Mín Gudur sigur ikki til mín, at eg skal koma uppúr mínum lorti fyri at fylgja Honum. Hann kemur sjálvur niður í lortið og togar meg upp úr tí. Eg vænti ikki at Krishna hevði viljað gjørt tað.

Tað næsta er, at Gud ikki er ein barnslig ímynd av einum jólamanni, sum gevur mær tað, sum eg vil hava, afturímóti onkrum nýmótans religiónum, ella bara kristindómi, sum lovar eina rúgvu av pengum. Um tað er okkurt, sum ikki er gott fyri meg, so gevur Hann mær tað ikki. Um eg geri okkurt, sum er skeivt, so er Hann ikki bangin fyri at vísa mær tað ígjøgnum ólukku. Hann er meira áhugaður í, at eg læri okkurt og komi víðari heldur enn, at eg havi tað gott her og nú, sum vesturlendskt mentan so gjarna vil hava tað at vera. Hann er ikki ein automat, sum ikki leggur nakað í meg, men bara hevur eina funktión. Hann vil fylgja mær ígjøgnum alt lívið, soleiðis at eg búnist og verði eitt betri menniskja.

Ongin viðmerking enn

Next »